Tað er gongd í 24. umfarinum í Premier League í dag. Leicester City hevur við sigri á Liverpool á annað pláss, meðan Manchester City hevut sett seg tungt á fyrsta plássið.
Í kvøld vann Manchester City heili 3-0 á Tottenham. Pep Guardiola og hansara menn spældu avbera væl og hav vunnið 16 dystir upp í slag. Tað skuldi tó eitt umstrítt brotsspark til, fyri at fáa heimaliðið í gongd.
Danski Pierre-Emile Højbjerg bleiv dømdur fyri at fella Ilkay Gundogan, hóast sjónbandamyndirnar vísa at seinnnevndi mundi verða fyrstur at traðka á hin. José Mourinho, venjari hjá Tottenham, helt eftir dystin fyri, at City fekk eitt “nýmótans” brotsspark.
Manchester City hevur havt stórar trupulleikar frá brotssparksblettinum, men hesa ferð skoraði Rodri – akkurát. Hugo Lloris fekk hondina á. Síðani fór Manchester City eitt gear upp og vann dystin trygt. Ilkay Gundogan skoraði tvær ferðir og fór síðani skaddur av vøllinum.
Tað er í løtuni torført at peika á eitt lið, sum er betri enn Manchester City. Liðið hevur vunnið 16 dystir upp í salg og er langt fremst í Premier League. Nú verður spurningurin um góði formurin heldur fram, tá Champions League byrjar.
1 | Man City | 23 | 16 | 5 | 2 | 46:14 | 53 |
2 | Leicester | 24 | 14 | 4 | 6 | 42:26 | 46 |
3 | Man Utd | 23 | 13 | 6 | 4 | 49:30 | 45 |
4 | Liverpool | 24 | 11 | 7 | 6 | 45:32 | 40 |
5 | Chelsea | 23 | 11 | 6 | 6 | 38:24 | 39 |
6 | West Ham | 23 | 11 | 6 | 6 | 34:28 | 39 |
7 | Everton | 21 | 11 | 4 | 6 | 34:28 | 37 |
8 | Tottenham | 23 | 10 | 6 | 7 | 36:25 | 36 |
9 | Aston Villa | 21 | 11 | 2 | 8 | 36:24 | 35 |
10 | Leeds | 22 | 10 | 2 | 10 | 38:38 | 32 |
11 | Arsenal | 23 | 9 | 4 | 10 | 27:23 | 31 |
12 | Southampton | 22 | 8 | 5 | 9 | 29:37 | 29 |
13 | Crystal Palace | 24 | 8 | 5 | 11 | 27:42 | 29 |
14 | Wolves | 23 | 7 | 6 | 10 | 23:31 | 27 |
15 | Burnley | 23 | 7 | 5 | 11 | 17:29 | 26 |
16 | Brighton | 23 | 5 | 10 | 8 | 25:30 | 25 |
17 | Newcastle | 23 | 7 | 4 | 12 | 25:38 | 25 |
18 | Fulham | 22 | 2 | 9 | 11 | 17:31 | 15 |
19 | WBA | 23 | 2 | 6 | 15 | 18:54 | 12 |
20 | Sheffield Utd | 23 | 3 | 2 | 18 | 15:37 | 11 |