Manchester City er aftur vinnari av Liga Cup

Liga Cup: Manchester city vann í finaluni móti Aston Villa

Manchester City hevur í dag vunnið Liga Cup fyri fimtu ferð upp á sjey ár. Pep Guardiola og hansara menn vunnu 2-1 á Aston Villa á Wembley. Sergio Aguero og Rodri skoraðu málini.

Liga Cup, sum í løtuni hevur heitið Carabao Cup, er tað minna av teimum steypakappingum í Onglandi. Seinastu árini hevur Manchester City ognartikið kappingina. Síðani felagið vann kappingingina í 2014, hevur Manchester City vunnið kappingina fimm ferðir seinastu sjey árini, og tríggjar ferðir upp í slag.

Manchester City var eisini stórfavorittur undan finaluni. Tað kom tí ikki óvart á, tá Sergio Aguero aftaná 20 minuttir legði Manchester City á odda. Bara tíggju minuttir seinni økti spanski miðvallarin, Rodri, til 2-0. Aston Villa svaraði aftur beint fyri hálvleik við máli, sum Mbwana Samatta skoraði.

##med2##

Hetta er sjeyndu ferð, at Manchester City vinnur kappingina. Liðið vann eisini kappingina í 1970 og 1976. Bara Liverpool hevur vunnið kappingina oftari við sínum átta sigrum, men sum gongdin er í løtuni, so er kann tað skjótt broytast. Manchester City hevur vunnið kappingina tríggjar ferðir upp í slag.

Liga Cup finalan:

Aston Villa – Manchester City 1-2 (1-2)

0-1  Sergio Aguero, 20

0-2  Rodri, 30

1-2 Mbwana Samatta, 41