Manch. Utd. byrar móti WBA

Leikskráin fyri komandi Premier League kapping er klár, og eingin stórdystur er at finna í fyrsta umfari, sum verður vikuskiftið 13. august

 

Meistararnir úr Manchester United skulu á The Hawthorns møta West Bromwich Albions, og eisini nummar tvey, Chelsea, byrjar á útivølli móti Stoke.

 

Av avgjørdu oddaliðunum byrjar eisini Arsenal – nummar fýra í seinasta kappingarári – á útivølli. Newcastle er mótstøðuliðið.

 

Nummar trý byrjar hinvegin á heimavølli, og tað verður ímóti uppflytarunum úr Swansea.

 

Fyrsta umfar í Premier League sær soleiðis út:

 

Blackburn-Wolverhampton

Fulham-Aston Villa

Liverpool-Sunderland

Manchester City-Swansea

Newcastle-Arsenal

Queens Park Rangers-Bolton

Stoke-Chelsea

Tottenham-Everton

West Bromwich Albion-Manchester United

Wigan-Norwich