Mánadagin kunnu børnini koppsetast

Nú er loysn fingin á naggatódnini við koppseting av børnum millum 5 og 11 ár.

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður. 

Hann hevur í dag skrivað undir kunngerðina, sum gevur Heilsuverkinum loyvi at koppseta børn. Tann 15. desember var onnur kunngerð lýsti, sum heimilaði kommunulæknum at koppseta børnini.

Men tað vilja kommunulæknarnir ikki – uttan at teir eisini sleppa at koppseta vaksin fólk.

Og tað vil Heilsumálaráðið ikki, og tí er ein onnur loysn funnin.

– Men upp á sikt skulu vit finna eina varandi loysn, sigur Kaj Leo Holm Johannsen.

– Tí tað er ikki rætt, at hendan uppgávan liggur á sjúkrahúsunum, tí tey skulu viðgera sjúk fólk, sigur hann.

Landsstýrismaðurin leggur afturat, at nú má Heilsutrygd í samskifti við kommununulæknarnar um at finna eina loysn. Tað kann so vera ein loysn, sum bæði viðvíkur kommunulæknum og apoteksverkinum og fyri so vítt eisini Gigni, sigur landsstýrismaðurin.

Kaj Leo Holm Johannesen hevur nú skrivað undir kunngerðina, sum verður lýst um vikuskiftið, og tí skuldi alt verið klárt til at koppseta børnini millum 5 og 11 ár mánadagin.