Man Utd leikari fær 45 milliónir í endurgjaldi

Ein fyrrverandi leikari fyri Manchester United, Ben Collett hvørs yrkisleið fekk ein bráðan enda fyri knøppum fimm árum síðani, tá hann varð taklaður í debutdystinum fyri reservaliðið hjá Manchester United, fær nú endurgjald fyri beinbrotið og mistar inntøkur. Upphæddin er góðar 45 milliónir krónur, sum tryggingin hjá Middlesborough, sum hin leikarin, Gary Smith, leikar fyri, tekur við.

Ben Collet fór á akademiið hjá United sum 9 ára gamal, og varð sagdur at verða eitt tað størsta talentið í sínum árgangi, sigur BBC.