Enska BBC veit at siga, at skuldin seinasta árið er vaksin við heilum fýra milliardum krónum. Orsøkin er, at familjan hevur tikið lán til sínar keypsmiðstøðir, og tað rakar altso Manchester United, sum annars fekk ikki færri enn 700 milliónir krónur fyri Christiano Ronaldo í fjør summar.
Gongdin er ørkymlandi, sambært einum búskaparfrøðingi og Manchester United-fjeppara.
Fólkini her siga okkum, at vit skulu ræðast skuldina hjá Manchester United, tí tey eru dugnalig handilsfólk, men kortini hava tey lánt pengar, tá inflatiónin er hægst, sigur Andy Green.
Ein talsmaður fyri Glazer-familjuna avsannar, at talan er um nakrar trupulleikar og vísir á, at familjan eigur virðir fyri umleið 19 milliardir, skrivar BBC á heimasíðu sínu.