Man. United og so hini

Amerikanska fíggjartíðarritið Forbes hevur nú almannakunngjørt eitt yvirlit yvir tey virðismestu ítróttarfeløgini í heiminum. Ovast á listanum er Manchester United framman fyri NFL-felagið Dallas Cowboys og baseballfelagið New York Yankees. Reuters skrivar, at øll tey 32 feløgini í amerikonsku fótbóltskappingini NFL er millum tey 50 virðismestu ítróttarfeløgini í heiminum.

 

Men ovast av øllum er Manchester United, hvørs virði Forbes hevur mett til 1,86 milliard dollarar ella knappar 10 milliardir krónur. Tað fótbóltsfelagið, sum kemur United næst, er Real Madrid, sum er nummar fimm. Arsenal er nummar sjey, meðan Barcelona er niðri á 26. plássi.

 

Tey tíggju virðismestu feløgini eru sambært Forbes:

 

1. Manchester United

2. Dallas Cowboys

3. New York Yankees

4. Washington Redskins

5. Real Madrid

6. New England Patriots

7. Arsenal

8. New York Giants

9. Houston Texans

10. New York Jets