Um veðurforsøgnin hjá Peturi Skeel Jacobsen, veðurfrøðingi, heldur, so spøkir fyri møguleikanum at síggja sólarmyrkingina. Hann sigur nevniliga frá ælingi og partvís vátakava fríggjadagin.
Til tað tíð verður tó hampuligt veður. Í dag verður gul til stívt andøvsgul av landsynningi, yvirhøvur turt og sólglottar og hitin millum trý og seks stig.
Týsdagin veður gul til stívt andøvsgul av suðri og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum seks og níggju stig.
Mikudagin verður gul til andøvsgul av útsynningi og ælingur, men eisini sólglottar. Hitin millum fýra og sjey stig.
Hósdagin verður stívt andøvsgul av útsynningi og ælingur, meðan fríggjadagin verður upp í ein strúk av útnyrðingi og ælingur, partvís vátakavi. Hitin millum eitt og fimm stig.