Meistari
Einki er at ivast í, hvør størsta hetjan hjá Kyndli var leygardagin.
Jónleif Sólsker tóktist hendan dagin at hava gloymt alt um tey mongu árini, sum hann hevur á baki, og við seinasta brotskastinum gjørdist hann so eisini hetjan, sum øll skuldu klemma, tá dysturin var lokin.
Og hóast tað ikki er nakað ivamál, at trýstið undir slíkum umstøðum sum við brotskastinum er stórt, so var møguleikin at kiksa ongantíð nakað, sum Jónleif hugsaði um.
- Man skal skora. Ein slíkur møguleiki má ikki misnýtast. Tað er so sera einfalt, helt hann.
Men ellivu sekund undan hesum vótu tit aftanfyri. Roknaði tú tá við, at tit høvdu tveitt alt burtur?
- Ja. Tað ivaðist eg ikki í. Men vit høvdu so hasi sekundini eftir, og Jacob setti sær so fyri, at hann skuldi ígjøgnum, og so fingu vit hendan seinasta møguleikan.
Einki problem
Umframt málið, sum sendi gullið í føvningin á Kyndli, so var Jónleif ivaleyst besti leikarin á vøllinum leygardagin. Kanska saman við Inga Olsen, og hetta tykist prógva, at tað júst er í slíkum dystum, at teir gomlu sirkushestarnir av álvara vakna.
- Tað sigur seg sjálvt, at undir slíkum umstøðum, so verður man av álvara tendraður. Karmarnir eru í topp, og við einum meistaraheiti upp á spæl, so mást tú svingja teg heilt upp.
Og upplívgaður sum hann var mitt í mannamúgvuni, so staðfesti Jónleif, at slíkir dysitr av álvara eru við til at huganum til hondbóltin uppi.
Í øllum førum svaraði hann ógvuliga avgjørdur, tá vit spurdu, um hann ein slíkan dag kendi tað so, at hann kundi tikið fleiri ár afturat.
- Uttan nakað problem. Komandi ár ætli eg mær so í øllum førum at vera við.










