Tveir av festivalgestunum í Grasagarði og Kommunuskúlagarðinum í dag vóru Maria av Fløtum Reginsdóttir, 11 ár, og Noomi Jóhanna Eysturtún, 12 ár. Tær kennast frá fimleikinum, har tær eru á sama liði.
- Vit hava júst verið á pallinum og víst fram, sigur Maria og sipar til framførsluna, sum tær hava havt við sínum fimleikaliði.
- Vit vístu fram til ein sang, so tað vardi umleið 3 minuttir, og eg haldi, at framførslan gekk væl, sigur Noomi, sum eisini sigur, at tær hava vant til Barnaprixið í yvir ein mánað.
Síðan framførslan endaði, hava tær báðar vinkonurnar hugnað sær í Grasagarði.
- Eitt, sum vit júst hava prøvað, er vatnbóltarnar uppi í Kommunuskúlagarðinum. Tað er, at tey hava ein stóran uppblástan svimjihyl við kempistórum baðibóltum. So sleppur man inn í bóltarnar at bóltast, sigur Noomi.
- Faktist gongur man á vatninum, viðmerkir Maria.
- Tað einasta keðiliga við tí var, at man mátti bíða nokk so leingi. Eg haldi, at vit bíðaðu í ein tíma. Men soleiðis er tað bara, sigur Noomi.
Maria og Noomi eru ikki í iva, hvat tær gleða seg mest til.
- Line! Eg haldi, at hon syngur ordiliga væl, og eg ætli, at vit skulu standa fremst og syngja við. Eg havi faktist longu fingið autograf frá henni, sigur ein smílandi Maria.
- Men eg gleði meg eisini nógv til at hoyra Honnu og Evu, tí Hanna er á okkara fimleikaliði. Tær syngja ordiliga væl, sigur Noomi at enda, áðrenn tær fara víðari á Barnafestival at royna ymiskt.