- Man fer at sveitta av hesum!
Tað vóru orðini, tá gekka-verturin í kvøld spurdi sørvingin, Sigurd Jan Tavsen, um hann var spentur til dráttin, nú hann hevði fingið fulla plátu og slapp at snara gekka-hjólinum.
Høvuðsvinningurin var á 1,5 miljónir krónur, og sørvingurin valdi at deila upphæddina yvir teir tríggjar leyparnar við hálvari miljón í hvørjum leypi.
Í fyrsta drátti steðgaði hjólið á 12.500 krónum, sum faldað við fimm hevði givið Sigurdi Jan Tavsen 62.500 krónur. Men, sørvingurin valdi at royna eydnuna av nýggjum.
Í øðrum drátti steðgaði gekka-hjólið á 10.000 krónum, sum faldað við trý hevði givið honum 30.000 krónur. Sigurd Jan Tavsen valdi at royna eydnuna triðju og seinastu ferð.
Men, tá hann skuldi snara hjólinum triðju ferð, fekk hann ikki hjólið avstað, og tað endaði við, at gekka-verturin misti sambandið við sørvingin.
Tískil varð neyðugt at ringja uppaftur.
Tá samband aftur fekst við Sigurd Jan Tavsen, og hann hoyrdist aftur í hinum endanum, helt hann fyri, at "... det skal gå skidt, før det går godt..."
Men, tíverri var eydnan ikki við honum. Í seinasta drátti steðgaði hjólið enn einaferð á 10.000 krónum, sum eisini gjørdist vinningurin hjá Sigurdi Jan Tavsen í kvøld.
- Tað var so tað. Eg takki fyri, segði hann og helt fyri, at hann helst fór at royna eydnuna í Gekka-spælinum eina aðru ferð.