Man City savnið vil hava søgur úr Føroyum

Sum øll onnur stór fótbóltsfeløg í Evropa, so hevur Manchester City eisini eitt Museum/savn.

Manchester City´s Museum heitir nú á øll viðhaldsfólkini, sum ferðast til Føroya, tað verið seg við flogfari, ferju ella fiskitrolara, um at skriva um sínar upplivingar frá Føroya-ferðini. Ætlanin hjá Manchester City´s Museum er at savna allar søgurnar saman, so fólk kunnu minnast aftur á eina ta mest sjáldsomu ferðina Manchester City hevur gjørt í søgu sínari. Fólk skulu senda ein teldupost til tours@mcfc.co.uk og fortelja frá sínum upplivingum í Føroyum. Ein sjáldsom, men stuttlig áheitan. Savnið hjá Manchester City hevur yvir 3.000 lutir, og taka teir ímóti øllum lutum, sum hava nakað við felagið at gera. T.v.s. at verða prentaðir serligir minnislutir, t.d. turriklæði, har bæði EB/Streymur og Manchester City standa prentað á, so skal ein slíkur minnislutur eisini á savnið hjá Manchester City. Enn einaferð er staðfest, at fótbóltur veruliga gevur Føroyum nógva umtalu.