Man City og Ade bjóða av!

Tróndur Arge var á City of Manchester, tá Manchester City við sigrinum á Arsenal staðfesti, at liðið er til reiðar at bjóða teimum fýra stóru av

Fótbóltur

 

Tað vóru tvey lið í ymiskum støðum, sum møttust á einum fullsettum City of Manchester Stadium leygardagin. Heimaliðið, við waliska Mark Hughes á odda og føroyska landsliðsmálverjanum Gunnari Nielsen í hópinum, hevur fingið fríar hendur at keypa inn fyri. Hetta eftir at Sheikh Mansour bin Zayed Al Nahyan keypti felagið í fjør. Í summar hevur Man City brúkt væl yvir eina milliard uppá leikarar, sum skulu styrkja um støðuna hjá teimum at kappast við “The Big Four”.

Hetta er annað kappingarárið hjá Mark Hughes sum venjari hjá nýríka Man City, men nógvu innkeypini gera, at hann má byrja av nýggjum aftur í ár.

Felags fyri næstan øll keypini er, at tey eru nógv umtalað. Gareth Barry segði í fjør at hann bara skifti Aston Villa út fyri eitt lið, sum spælir Championes League fótbólt. Tað ger Man City ikki – enn! Carlos Tevez umboðaði í fjør grannarnir Manchester United, og orðadrátturin millum hann og gamla felagið er hvassur. Everton venjarin David Moyes var í øðini inn á framferðarháttin hjá Man City, tá teir keyptu miðverjan Joleon Lescott. Maðurin, ið kom í brennidepilin leygardagin, var fyrrverandi Arsenal leikararin Emmanuel Adebayor, sum seinastu tíðina í Arsenal hevði eitt ringt samband við viðhaldsfólkini. Arsenal viðhaldsfólk hava ikki fyrigivið honum fyri skifti til Man City. Lættari hava tey við at fyrigeva Kolo Toure fyri at fara sama veg. Emmanuel Adebayor hevur eftir umfarið hetta vikuskiftið skorað fýra mál í fýra dystum. Spurningurin er so um keypið av Emmanuel Adebayor vísir hvønn veg tað ber hjá báðum liðnum?

 

Arsenal

Meðan Man City er í stórum broytinum, so tykist Arsenal at verða steðgað upp, og kanska dragnað eitt sindur í oddastríðnum. Serliga er tað sølan av lyklaleikararum, ið ørkymlar Arsenal fjepparnar. Fyrst fór Thierry Henry til FC Barcelona fyri at vinna heiðursmerkið, sum hann metti at hann ikki hevði møguleika fyri at vinna í Arsenal. Árið eftir fór Alexander Hleb sama veg, Mathieu Flamini valdi at royna eydnuna í AC Milan, og nú eru bæði Kolo Toure og Emmanuel Adebayor farnir til Man City. Arvtakarnir til hesar leikarnar eru fyri tað mesta ungir leikarar, ið Arsène Wenger sjálvur hevur valt og uppalt

Hinvegin, so tykist styrkin hjá Arsenal at liggja í venjarinum Arsène Wenger. Fraklendingurin tók við venjarastarvinum í Arsenal í 1996. Áðrenn tað var hann venjari í Fraklandi hjá millum annað AS Monaco, sum hann gjørdi til meistarar í 1988, og í Japan. Í Arsenal hevur hann vunnið Premier League tríggjar ferðir, FA Cup fýra ferðir, rokkið einari Champions League finalu og kosin sum “Manager of the Year” tríggjar ferðir. Síðani fyrsta dagin í starvinum sum venjari hjá Arsenal hevur Arsène Wenger arbeitt við einum spælistíli, sum av mongum verður mettur sum sera áhugaverdur og hyggjaravinarligur. Samstundis hevur hann implementera henda stílin inn í alt ungdómsarbeiði hjá Arsenal. Hetta merkir at allir leikarar, sum eru uppvaksnir í felagnum, kenna spælistílin tá teir eina ferð koma á besta liðið.

 

Fullsett City of Manchester Stadium

Man City hevur havt heimavøll á City of Manchester Stadium síðani summarið 2002. Leygardagin var stadium fult og at kalla hvørt mansbarn gekk í eini Man City troyggju, fyri uttan økið har Arsenal viðhaldsfólkini hildu til sjálvandi. Bæði uttanfyri og á stadium var tað góður stemningur og ein fær tað fatan at fólk eru spent og hava bjartar vónir.

Maðurin í fokus var Emmanuel Adebayor. Longu áðrenn dómarin bríkslaði dystin í gongd, hitaði hann upp á hálvuni har Arsenal leikararnir høvdu sína upphitinig og tað dámdi Arsenal viðhaldsfólkinum einki. Tað vóru nakrir tamir fyrstu minuttir, har einasta upplivingin var, hvussu áskoðarnir skiftust um at buha og stuðla Adabayor. Um miðjan fyrra hálvleik eydnast tað Micah Richards at leggja Man City á odda. Síðani hevði Man City eitt gott tíðarskeið, har teir einar tvær tríggjar ferðir vóru nær við at økja, men so fór Arsenal maskinan at rigga. Tað var uppiborið tá Robin van Persie eitt korter inn í seinna hálvleiki javnaði. Seinasta korterið av dystinum vísti Man City at teir veruliga hava planir um at bjóða av í toppinum. Fyrst skoraði Craig Bellamy og síðani økti maðurin í brennideplinum til 3-1. Adebayor verður meiri mintur fyri mátan hann feiraði málið, heldur enn málið sjálvt. Hann rann allan vøllin, fyri síðani at hána síni fyrrverandi viðhaldsfólk. Hesa løtuna var rok á Arsenal økinum á City of Manchester Stadium. Shaun Wright-Pillips økti til 4-1, áðrenn innskifti Tomas Rosicky minkaði um munin til endaliga støðuna 4-2.

Man City hevur nú bjóða av, men skulu teir í topp-4, so skal onkur hinvegin. Ósannlíkt er tað, at Man Utd og Chelsea við verandi formið, ikki verða at finna í topp-4. Hini bæði liðini eru so Liverpool og Arsenal. Liverpool stríðist við amerikanskan ófrið handan leiktjøldini, meðan Arsenal er enn eitt sindur frá tíðini rundan um aldar skifti. Man City í topp 4 – hví ikki?