Portugiska Vidigal 2005, ið áður hevur hepnast sera væl sum ungt er í dag ein skuggi av sær sjálvum. Fruktin er følnað og vorðin nakað fløt. Framvegis eitt hampuligt keyp, men ikki var víninum lív lagað rættiliga leingi.
Tá er øðrvísi við suðurfranska Manoir Grignon 2007. Sum ungt var tað rættiliga afturlatið og mestsum ov skikkiligt við ”brylkrem í hárinum”. Í dag hevur tíðin gjørt Manoir til mans og tað foldar seg vakurt út við alskyns samansettum tónum. Her er lívið júst byrjað. Ein nýfloygd pisa.
Henda søgan sigur okkum at sumt vín hóskar seg væl at goyma, meðan annað vín bara skal drekkast beinanvegin. Og tað kann vera ilt at meta um hjá vanliga brúkaranum.
Heiti: Trevini Primo, IGT Veneto 2008
Uppruni: Turt hvítvín úr Italia
Ummæli: Bleikur gulur litur. Lættur súrepli/sitrón-angi við undirtónum av abrikos frá Pinot Grigio-drúvuni og ferska frá Chardonnay. Leskiligt fruktakent vín við hampuligari fyllu og javnvág. Súrepli, pera, sitrón og abrikos. Frískt og elegant, men plastproppurin ger at vínið goymist illa. Skal drekkast skjótt. Fýra stórar.
Kostnaður: Kr. 72,00
Skoðsmál: 4 stjørnur ****
Heiti: Manoir Grignon, VdPd’Oc, Cabernet-Syrah 2007
Uppruni: Turt reyðvín úr Fraklandi
Ummæli: Kirsuberreyður litur. Eyðkendi sólber-angin frá Cabernet-drúvuni markerar seg beinanvegin, og so hómast eitt dárandi pipar-spæl frá Syrah. Saint Émilion hittir Rhône! Sera samansettur smakkur við góðari fyllu, er næsta sjokolátukendur og við brá av turkaðum kryddurtum. Langur eftirsmakkur við revsandi lakress-broddi. Sera gott vín til prísin!
Kostnaður: Kr. 74,50
Skoðsmál: 6 stjørnur ******
Heiti: Vidigal, Vinho Regional Estremadura, Reserva 2005
Uppruni: Turt reyðvín úr Portugal
Ummæli: Døkkur granatreyður litur. Bersøtligur og krydddaður angi. Smakkurin heitur og kryddkendur, men samstundis eisini nakað flatur og følnaður. Runt og bleytt vín, men eingin livandi broddur ella rættur ryggur.
Kostnaður: Kr. 61,00
Skoðsmál: 4 stjørnur ****
Heiti: Da Luca, IGT Tarantino, Primitivo-Merlot 2008
Uppruni: Turt reyðvín úr Italia
Ummæli: Kirsubersvartur litur. Berkendur og innbjóðandi ungur angi við frískari frukt, bromber, lakres og krút og ein feril av leðri frá fatlagring. Tættur, frískligur og samansettur bersmakkur við góðari javnvág millum fruktsøtleika, fruktsýru og garvasýru. Drúvusløgini Primitivo og Merlot renna sera vakurt saman í hesi útgávuni frá 2008. Hetta er fjórði árgangurin, ið eg ummæli av Da Luca og góðskan hevur verið støðugt góð. Tann besta higartil.
Kostnaður: Kr. 72,50
Skoðsmál: 5 stjørnur *****