Í øðrum førinum er talan um eina kvinnu, sum er undir illgruna fyri at hava beint fyri fimm børnum, sum hon átti, og í hinum førinum er talan um eina kvinnu, sum eftir øllum at døma hevur dripið trý av sínum egnu børnum.
Løgreglan hevur funnið líkini av fimm børnum í einum húsum í býnum Darry, sum er har norðuri í Týsklandi. Løgreglan ivast ikki í, at tað er tann 31 ára gamla mamman, sum er sinnissjúk, ið hevur beint fyri teimum.
Sama dag tók løgreglan har eysturi í landinum eina kvinnu, sum er skuldsett fyri at hava beint fyri sínum børnum, sum vóru trý í tali. Myndugleikarnir í býnum Plauen fingu illgruna um, at alt ruggaði ikki rætt, tí tá mamman kom til skúlalæknan við børnunum, var tað eina barnið ikki við. Løgreglan fann líkið av barninum í kjallaranum hjá kvinnuni. Hon bleiv tikin, men latin leys, tí løgreglan kundi ikki prógva, at hon hevði gjørt nakað ólógligt.
Nú er kvinnan tikin aftur, tí nú hevur løgreglan funnið líkini av hinum báðum børnunum í einari frystiboks heima hjá kvinnuni.