Mammur sum drekka ringa samvitskan hjá barnaverndum

- Mammur við rúsdrekkatrupulleikum eru truplastu mál at handfara hjá sosialum myndugleikum, serliga tí, at tær sjáldan viðganga, at tær hava ein trupulleika. Tíverri hava vit ov ofta lyndi til at geva mammuni ein møguleika afturat, hóast vit vita, at tað ikki hjálpir. Bæði barnavernd og sosialu myndugleikarnir eiga at verða meiri miðvís, sigur Finnur Helmsdal, barnaverndarlimur í Havn

BARNAVERND
- Mammur, sum drekka, er svarta samvitskan hjá øllum sosialum myndugleikum, ikki bara barnaverndini í Havn. Tað er nógv lættari at fara eftir øðrum, sigur Finnur Helmsdal, barnaverndarlimur í Havn. Í grein í blaðnum seinasta leygardag greiðir ein 30 ára gomul kvinna í Havn, ið er komin burtur úr stórari rúsdrekkamisnýtslu, frá, at hóast hon fleiri ferðir hevur meldað mammur, sum forsøma síni børn orsakað av rúsdrekkatrupulleikum, letur barnaverndin í Havn ikki við seg koma.
- Fleiri av teimum, eg havi drukkið saman við, eiga børn og eru einsamøll við teimum. Tey eru langt úti, drekka framvegis øgiliga illa, og klára ikki at taka sær av børnunum, men eingin ger nakað við tað. Tað er syndarligt at siga, men eg veit um nógvar mammur. Sjálv havi eg meldað fleiri mammur til barnaverndina, tí eg stúri fyri børnunum. Men einki hendir. Barnaverndin eigur og má taka seg saman, áðrenn børnini, sum liva mitt í drekkarínum hjá foreldrunum, taka skaða. Tey gera ikki sína skyldu, og vit kunnu spyrja, um tað er foreldravernd ella barnavernd, vit hava, sigur Anna.
Finnur Helmsdal tekur til eftirtektar, at barnaverndin ikki ger nóg mikið.
- Í grundini eri eg samdur við kvinnuni. Eg kann ikki annað enn geva henni rætt í, at vit hava ikki megnað uppgávuna nóg væl. Vit eiga og mugu gera tað betri. Vit síggja týðiligar ábendingar um, at talið á smábarnamammum við rúsdrekkatrupulleikum økist í tali. Í løtuni er hann serliga stórur. Seinasta hálva árið veit eg um 4-5 mammum í Havn, sum drekka so mikið illa, at støðan heima er óhaldbar, sigur Finnur Helmsdal. Hann hevur arbeitt sum sosialráðgevi í meiri enn tjúgu ár og hevur seinastu tíggju árini verið limur í barnaverndini í Havn.

Torført
Førleikin hjá mammum at klára mammuleiklutin er hóttur, tá ið rúsdrekka er inni í myndini hvønn dag.
- Vanliga er talan um einligar mammur. Mammur við rúsdrekkatrupulleikum eru truplastu mál at handfara hjá sosialum myndugleikum. Ein orsøk til tað er, at tað er ómetaliga trupult at fáa mammurnar at viðganga, at tær hava ein trupulleika. Í flestu førum halda tær, at tað er púra burturvið, at barnaverndin kemur inn í myndina. Viðgerð kemur als ikki upp á tal.
- Sum heild er tað ógvuliga ringt hjá barnavernd og sosialum myndugleikum at vera avmarkandi í slíkum førum, tí tað er altíð ein drastisk og hjartaleys gerð at skilja móður og børn, hóast tað er betri fyri børnini. Tíverri hava vit lyndi til at royna at tosa viðkomandi til sættis og geva mammuni ein møguleika afturat, hóast vit vita, at tað helst ikki munar nakað. Tíðin er kanska komin hartil, at bæði barnavernd og sosialu myndugleikarnir mugu verða meiri konsekvent í framtíðini.
At seta tiltøk í verk í eini familju, har mamman drekkur, er ikki bara sum at siga tað.
- Vita mammurnar, at nú er álvari, fáa tær sær ein sakførara, sum tosar teirra søk og ætlanin hjá barnaverndini dettur á gólv. Nógv dømi eru um hetta, hóast bæði mamma og sakførari vita, at støðan er óhaldbar. Eisini eru nógv dømi um, at familjan hjá hesi mammuni, sum drekkur, kemur upp í leikin og traðkar til. Er mamman ógvuliga illa fyri, hevur hon ikki orku til at seta seg upp ímóti nøkrum, men mangan halda tær ógvuliga fast í børnunum og eru tilvitaðar.

Ymsar loysnir
Er mamman við rúsdrekkatrupulleikum samstarvshugað, mælir barnaverndin henni til at fara í viðgerð.
- Viðganga tær, at tær hava rúsdrekkatrupulleikar, er tað so øgiliga nógv lættari at gera nakað, men oftari og oftari hoyra vit, at kvinnur ikki vilja inn á teir viðgerðarstovnarnar, vit kenna. Tær vilja ikki lata seg úr sálarliga saman við eitt nú monnum, sum tær kanska kenna. Tí eiga vit at taka spurningin upp, um vit eiga at seta á stovn viðgerð, sum burturav er til kvinnur. Gjørdu vit tað, rokni eg við, at nógv fleiri kvinnur fóru í viðgerð.
Eru sálartrupulleikar inni í myndini, koma kvinnurnar í samband við sálarfrøðing. Í førum verða mammur, sum hava livað í vánaligum parlagi og eru illa fyri, sendar á familjuháskúla.
- Til mammur, sum ikki klára av vera mammur, bjóða vit stuðul í heimið.
Fer mamman í rúsdrekkaviðgerð, fara børnini til familjuna, um tað er ráðiligt, ella á barnaheimið.
- Er trupulleikin stórur og álvarsligur finna vit eina fosturfamilju til børnini. Fostur- og umlættingarfamiljur eru rættiliga vanligar í dag.
- Tað er ymiskt, hvussu børnini eru fyri, og tað er ógvuliga torført at meta her og nú um, hvønn prís børnini rinda. Ofta kemur tað ikki til sjóndar fyrr enn fleiri ár eftir. Tí kunnu vit siga, at børnini á ein ella annan hátt rinda prísin. Tey eru fá sum sleppa undan og tí mugu vit verða meiri miðvís í royndunum at hjálpa. Hinvegin haldi eg, at tað er ov einfalt at siga, at drekkur mamman, so mugu børnini ikki vera saman við henni. Alt annað líka er mamman tað besta fyri børnini. Gransking vísir, at uttan mun til, hvussu heimið er, so er vónleyst at finna nakað betri, men harvið ikki sagt, at einki skal gerast.

Áheitanir
Barnaverndin í Havn fær rættiliga ofta áheitanir og frágreiðingar frá fólki, skúlum og stovnum um mammur, sum drekka.
- Fólk duga betur og betur at siga frá. Vit taka allar áheitanir í álvara og gera í hvørjum einstøkum føri av, um vit skulu á vitjan í heiminum, og um vit boða viðkomandi, tað snýr seg um, frá ella ikki. Vit tosa við tann, sum tað snýr seg um, og siga, hvat vit hava fingið at vita, men vil viðkomandi ikki samstarva og einki kann ávísast eftir eina ella tvær heimavitjanir, er torført at gera nakað. Tað er eisini ein spurningur um orka er til at fylgja málinum upp.
At fylgja málum upp, er ein av veikleikunum hjá barnaverndini, viðgongur Finnur Helmsdal.
- Í veruleikanum hava vit ikki orku til at fylgja málum upp, hóast vit eiga. Limir í barnaverndini verða ikki brúktir til at hava regluligt eftirlit við fólki. Er ein familja endað sum eitt mál hjá barnaverndini, tekur sosiala deild yvir. Sosiala deild í Havn er væl fyri viðvíkjandi væl skikkaðum fólki, og barnaverndin er væl samansett við fólki við førleika innan nógv ymisk øki. Deildin ræður yvir sosialráðgevum og sálarfrøðingi, men trupulleikin er, at trupulleikarnir á økinum eru so nógvir, ymiskir og umfatandi og taka ógvuliga nógva orku. Og tí detta mál niður ímillum. Skulu sosialu myndugleikarnir í Havn og barnaverndin fylgja øllum málum upp, sum eitt nú hesum við mammum, sum drekka, eiga nógv fleiri fólk at verðið sett í starv.
Um barnaverndin er nóg nógv úti um seg, sigur Finnur Helmsdal.
- Vita vit um familjur, sum hava álvarsligar trupulleikar, viðgera við málið á fundi og avtala, hvat vit gera. Reglan er, at fáa vit áheitanir frá fólki, viðgera vit málið beinanvegin. Vit liggja ikki á boðum, sigur Finnur Helmsdal at enda í viðtali.