Hóast jólini á politistøðini í Havn hava verið friðarlig, so hava teir fleiri mál, har pápar leita eftir børnum sínum, sum mammur krógva.
Portalurin hevur hitt ein mann, sum býr uttanlands, og sum er komin heim at halda jól saman við barni sínum, sum býr hjá mammuni í Føroyum.
- Eg havi skrivliga váttan frá Ríkisumboðnum, at eg skal hava barnið frá 25. til 29. desember. Hetta havi eg sum vera man glett meg nógv til, men tá eg fór eftir barninum, so vóru bæði barn og mamma horvin. Eg fái ikki samband við mammuna ? og tí havi eg enn ikki sæð barnið hjá mær, sigur maðurin, sum er sera harmur um, at rættindi hansara og barnsins soleiðis verða brotin.
Men tað ringasta av øllum er, at maðurin fær onga hjálp. Á politistøðin í Havn vátta tey, at tey hava fleiri slík mál, og at hetta er tað, sum er farið við mestu tíðini hjá teimum á jólum.
- Men vit fáa einki gjørt, sigur vakthavandi, uttan at mæla fólki til at brúka sítt sunna fornuft.
Fyri at politiið skal kunna gera nakað, so skal ein niðurstøða fyriliggja frá fútarættinum, og fútarætturin er stongdur á jólum, og Ríkisumboðið, sum hevur slík mál um hendi er stongt millum jól og nýggjár.
Pápin, sum Portalurin hevur tosað við, sigur, at hann í besta fall kann stilla seg í køina í Fútarættinum, tá hann letur upp ? og tá kann hann so, um hann er heppin, fáa nakrar tímar saman við barni sínum.
- Hetta er heilt ómetaliga keðiligt bæði fyri meg og fyri barnið, sigur pápin, sum hevur hevur jólatræið heima við hús fult av gávum til barnið.
Á politistøðini siga tey, at foreldur í slíkar støðu kunnu fáa tað sum eitur »erstatningssamvær« - altso fáa hesar dagarnar endurgoldnar, um man so kann siga. Í Danmark kunnu dómstólarnir gevur foreldrum hendan rætt, og so er einki at gera hjá foreldrum enn at makka rætt. Men í Føroyum er lógin ikki so greið. Her er tað framvegis Ríkisumboðið, sum hevur slík mál um hendi, og so kunnu foreldur aftur rennan undan hvør øðrum til Fútarætturin ger sína niðurstøðu.
- Eg skilji væl, at hetta frustrerandi og tungt hjá foreldrum í slíkari støðu, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.