Nýggja leiðslan í Kringvarpinum hevur gjørt tað til ein aðaltátt, at almenna útvarpið ikki skal missa lurtarar til aðrar útvarpsrásir. Tað segði stjórin í Degi og Viku. Mentanarnevndin hjá Løgtinginum gjørdi annars eina semju um, at ongar broytingar skuldu gerast í kringvarpinum, fyrr enn ein public service avtala var gjørd. Semja var eisini um, at Kringvarpið ikki skal kappast við privatu miðlarnar um handilslýsingar. Hinvegin skulu hesar niðurlagast eftir fimm árum – og eftir tingsins vilja verða ongar lýsingar í kringvarpinum um trý ár.
Men hetta er ikki fallið í góða jørð hjá nýggju kringvarpsleiðsluni. Sambært orðaskiftinum á tingi er Kringvarpið á veg við eini kapanju, har tey fara at dubba lýsingainnsatsin í beinleiðis – og ójavnari – kapping við privatu miðlarnar.
Tað var kortini stríðið um morgunlesturin, sum rættiliga festi eld í fjúsið. Kringvarpsstjórin gjørdi helst eitt sjálvmál, tá hon alment boðaði frá, at morgunlesturin klokkan 9:50 ger, at fólk skifta rás. Ergo: At summi ditta sær at lurta eftir til dømis Rás2. Við at fyribyrgja hesum er gøtan greidd hjá kringvarpinum at hapsa lýsingamarknaðin frá Rás2.
Hetta er public service, sum vil nakað! Eitt kringvarp, sum er skattainnkrevji, brúkar alla sína orku at knúsa fíggjarliga grundarlagið undir eini privatari radiostøð. Við yvir 70 milliónum í rygginum, skal hesin mastodonturin leggjast á allan lýsingamarknaðin, sum hann yvir høvur ikki hevur rætt til. Í ongum øðrum landi hevði slíkt borið til!
Í Føroyum verða privatir miðlar ikki stuðlaðir fíggjarliga. Aðrastaðni eru vanligt, at politiski myndugleikin beinleiðis stuðlar undir fjølbroytni á miðlamarknaðinum – tí miðlarnir eru ein av hornasteinunum í demokratinum.
Umframt tvangskravda brúkaragjaldið fær Kringvarpið eitt komplett útvarpssendinet og eitt komplett sjónvarpssendinet frá tí almenna. Rás2 rindar sjálvt sítt sendinet, og einasta inntøkan er lýsingainntøkan, sum Kringvarpið nú ætlar sær.
Har var ein ferðil av stirli at hóma hjá mentamálaráðharranum í gjár. Øll tingfólk tyktust at vera samd – bæði um morgunlesturin og um parodiina í, at Kringvarpið skal køva privatu miðlarnar við almennum skattakrónum. So kanska sleppur eigarin av Kringvarpi Føroya at ráða, hóast nýggja leiðslan lítið tykist leggja í tað.