Foreldrini hjá Bjørk Herup Olsen fylgdu henni í kappingini á Isle of Wight sunnudagin – og tey vóru sera spent. Seinastu 8 kilometrarnar sást einki til Bjørk, tí tey runnu uttan fyri stadion, og tí var spenningur stórur um, hvussu støðan var, tá ið Bjørk skuldi koma á stadion. Hon lá leingi nummar 4, og tær, sum lógu aftan fyri hana, hóttu hana. Men tá ið tvær tær fremstu í renningini vóru komnar inn á leikvøllin og runnu runt breytina, var Bjørk tann næsta í røðini. Hon hevði á seinasta teininum tikið seg fram um tað triðfremstu, og hon rann frá henni seinastu løtuna. Sunneva Olsen, mamma Bjørk, var sera fegin, tá ið tað gjørdist greitt, at Bjørk hevði vunnið bronsuna.
– Hetta var fantastiskt – serliga tí, at tað gekk so illa fyrstu og aðru ferð á Oyggjaleikunum. Hetta var væl uppiborið, sigur Sunneva Olsen.
– Tað sá kanska ikki so gott út fyrsta partin av renningini, og tað sá næstan út til, at hon skuldi detta niður á fimta pláss, men ístaðin stríddi hon seg fram á triðja pláss. Tað var deiligt.








