Mamman skal hava ættleitt barn aftur

Rætturin í miðamerikanska landinum Guatemala hevur gjørt av, at eini hjún í USA skulu lata frá sær eitt barn, sum tey hava ættleitt. Mamman skal hava tað aftur, sigur rætturin

Grundgevingin fyri avgerðini hjá rættinum er, at barnið, ein genta, varð rænt frá mammuni, og at tað síðani endaði á einum heimi fyri foreldraleys børn, haðani tað seinni bleiv ættleitt til USA.

Loyda Rodriguez Morales fekk varhugan av, at onkur togaði í dóttir hennara ein dagin í 2006, tá hon var á veg til hús við teimum trimum børnunum, sum gingu aftan fyri hana. Tá hon vendi sær á, sá hon ein mann skunda sær inn í ein hýruvogn við gentuni.

Seinni fekk Morales at vita, at gentan var farin til USA, tí at eini hjún har høvdu ættleitt hana. Men mamman vildi hava gentuna aftur, og nú byrjaði eitt langt og strævið stríð. Tað endaði nú um dagarnar, tá rætturin í Guatemala viðurkendi, at barnið var stolið, og at amerikonsku myndugleikarnir skulu lata mammuna fáa tað aftur.

Gentan, sum nú er seks ára gomul, býr hjá hjúnunum Jennifer og Timothy Monahan í amerikanska statinum Missouri. Tað er ikki greitt, hvat tað siga til úrskurðin hjá rættinum í Guatemala, og løgmálaráðið í Washington vil ikki gera viðmerkingar til málið.

Loyda Rodriguez Morales var heldur ikki serliga orðarík, tá rætturin hevði tikið støðu. Hon segði við tey nógvu tíðindafólkini, at nú fór hon til hús at gera klárt, til at dóttirin kom heimaftur. Eitt nú skuldi hon keypa henni dukkur.

Ikki eindømi

Norma Cruz, sum er stjóri í einum felagsskapi, ið hevur hjálpt Loyda Rodriguez Morales, sigur, at tilburðurin við teirri lítlu gentuni er ikki tann einasti av hesum slagnum í Guatemala.

Norma Cruz sigur við amerikonsku tíðindastovuna AP, at tað er einki, sum bendir á, at Jennifer og Timothy Monahan vistu, at gentan, sum tey ættleiddu, var stolin frá mammuni.