Mamman myrdi øll fimm børnini

Á dyrnar hevði hon hongt ein pappírslepa við orðunum "Ring til løgregluna".

Sorgarleikurin varð avdúkaður seinnapartin í gjár, tá fýra gentur og ein drongur vórðu funnin deyð í einum húsum í belgiska býnum Nivelle. Børnini vóru í aldrinum trý til 14 ár.

Mamman, sum er 51 ára gomul, royndi sambært løgregluni at beina fyri sær, eftir at hon hewvði beint fyri børnunum, men tá tað miseydnaðist, ringdi hon til alarmsentralin. Nú liggur hon á einum sjúkrahúsi. Læknarnir har søgdu í gjárkvøldið, at kvinnan hevur liðið av tunglyndi.

Alt bendir á, at mamman myrdi børnini við knívi, og summar keldur siga, at hon gav teimum okkurt doyvandi fyrst. Pápin var ikki heima, tá sorgarleikurin fór fram, og hann visti tí einki, tá løgreglan boðaði honum frá tí, sum hent var, skrivar AP.

Tað er ikki greitt, hví tann 51 ára gamla kvinnan beindi fýri sínum børnum, men belgiskir fjølmiðlar skriva í dag, at kvinnan hevði fyrireikað seg, og at hon hevði skrivað einari vinkonu bræv, har hon greiddi frá, hvat hon ætlaði sær at gera. Brævið lá við hurðina hjá vinkonuni, men hon sá tað ikki fyrr enn í gjárkvøldið, og tá var ov seint.

Tá løgreglan kom til húsini, har børnini vórðu funnin deyð, hekk ein pappírslepi við orðunum "Ring til løgregluna" á úthurðini. Borgarstjórin í Neville, Pierre Huart, sigur við AP, at tað kom fullkomiliga óvart á grannarnar, at kvinnan skuldi finna uppá at myrða síni egnu børn.

-Tað var eitt púra vanligt heim, sigur borgarstjórin.