Ein kvinna í avstralska býnum Geelong hevur havt vitjan av bæði barnaverndini og løgregluni, tí hon lýsti bæði børnini til sølu á uppboðsheimasíðuni eBay. Kvinnan gjørdi tað í spølni og skilti ikki álvaran, fyrr enn barnaverndin bankaði á dyrnar, og tá nyttaði ikki at siga, at hon hevði gjørt tað til stuttleika.
Bæðini børnini, sum kvinnan eigur, eru yngri enn 10 ár. Løgreglan í Geelong sigur, at mamman verður ikki skuldsett fyri nakað lógarbrot.
-Men vit mæla fólki frá at gera sum hendan kvinnan, sigur løgreglan í einari fráboðan um málið.









