Mamman lærdi Adam at skjóta

- Hon fyrireikaði seg upp á tað ringasta. Seinast, vit vitjaðu hana, tosaði hon um at fyrireika seg til ta stóru kreppuna og spurdi, um tey eisini vóru klár til tað, sum fór at koma, tá fíggjarheimurin fór at ganga til grundar.

Tað sigur Marsha Lanza við Daily Mail um mammu Adam Lanza, sum fyrst skeyt mammu sína Nancy Lanza og síðan 26 onnur á Sandy Hook barnaskúlanum í Newtown.

Nancy var ein "doomsday prepper", sum tað verður rópt. Hon legði undir seg mat, vatn og aðrar vørur, sum skuldu hjálpa henni og familjuni, so tey kundu yvirliva, tá alt fór at steðga upp.

Hon átti eisini eina stóra vápnasamling, sum hon vildi eiga til at verja seg við í marglætishúsum teirra í Newtown, Connecticut. Tað var eisini kent, at tað var mamman, sum lærdi sonin at skjóta.

Sagt verður, at Adam Lanza brúkti vápn úr goymsluni hjá mammu síni til hópdrápini, har mamman var hin fyrsta, sum lá eftir á. Eftir drápini tók Adam sítt egna lív.