Mamman: - Hann hevði valdið á mær

- Eg kendi meg noydda at geva honum tað hann vildi hava, hóast tað var markbrótandi fyri meg, sigur mamman at 4 ára gamla dronginum, sum vitnar móti 42 ára gamla føroyingunum nú.

 

- Eg kendi meg noydda at geva honum tað hann vildi hava, hóast tað var markbrótandi fyri meg, sigur mamman at 4 ára gamla dronginum, sum vitnar móti 42 ára gamla føroyingunum nú.




Hon varð dømd fongsulsrevsing í trý ár og níggju mánaðir fyri ágang móti sínum fýra ára gamla soni. Ágangur, sum sambært danska ákæruvaldinum varð framdur eftir umbøn frá tí 42 ára gamla føroyinginum, sum er í rættinum í Lyngby í dag.

 

Og hóast hon varð dømd í mars, so er hon aftur í rættarsalinum í dag. Høvið er, at hon vitnar móti tí 42 ára gamla føroyinginum.



Mamman hevur í morgun greitt frá, at hon undraði seg, tá ið hon fekk eina vinarumbøn frá føroyinginum á LinkedIn. Men júst tá vinarumbønin kom var hon í einum ringum staði í hjúnabandinum, og hon og maðurin høvdu tað trupult um tað mundið.



Hon greiddi frá, at føroyingurin nøktaði hennara tørv, og hevði loysnina uppá allar hennara trupulleikar. Hon segði seg gloyma alla pínu, tá ið hon tosaði við hann. Og sambandi við føroyingin fór skjótt at ávirka alt lívið – eisini arbeiði hjá mammuni.



Dømda mamman segði, at alt samskiftið við mannin var markbrótandi, og at hon kendi tað sum, at hon mátti levera og bróta mørk, so at hann ikki misti áhugan fyri henni, tí hon gjørdist bundin av honum.

Hon segði seg vita, at tað ikki var í lagi, sum tey skrivaðu um, og at nógv av tí, sum hon skrivaði til føroyingin, ongantíð er hent í veruleikanum.



Í morgun hevur hon sagt, at hon í dag er kedd av øllum tí, sum er hent, men at hon var forelskað í manninum. Hon kendi tað sum, at hann hevði valdið á henni og at hann legði henni ein ræðuligan manual, sum hon skuldi fylgja. Samstundis sigur mamman í morgun, at hon ongantíð hevur gjørt soninum nakað áðrenn hon møtti manninum.



Samskiftið millum tey bæði byrjaði, sambært mammuni við, at føroyingurin sendi eina vinarumbøn á LinkedIn, og at hann sendi henni leinkjur til ymiskt, sum hann segði seg arbeiða við. Millum annað sendi hann leinkju til heimasíðu, sum hann segði minna um filmin Eyes Wide Shut, og sum hevur seksuellan undirtóna. Maðurin segði við mammuna, at hann búði í London, men var í Danmark í arbeiðsørindum. Tey byrjaðu beinan vegin at tosa um sex og eftir eina viku hittust tey fyrstu ferð.



Dømda mamman hevur vitnað nú í ein tíma. Ein lítil steðgur hevur verið í rættarmálinum, men vitnisfrágreiðingin heldur fram eina løtu aftrat. In.fo er á staðnum. Meira um málið seinni.