Veruliga navnið hjá Remee er Mikkel Johan Eemer Sigvardt
Biologiska mamma hansara avleveraði Remee hjá løgregluni, tá ið hann var tríggjar mánaðir gamal, tí hon maktaði ikki at hava hann. Remee varð var ættleiddur av einari familju í Sølrød Strand
Biologiska mamma hansara varð dripin, tá hann var 12 ára gamal.
Biologiski pápi hansara er ættaður úr Karabia og var dugnaligur tónleikari. Hann doyði fyri átta árum síðani.
Sum 15 ára gamal royndi Remee seg sum rappara.
Remee er kendur sum sangskrivari og framleiðari. Hann hevur arbeitt við donskum tónleikarum og kendum altjóða sangarum.
Hann hevur skrivað meira enn 60 hitt kring heimin, og hann hevur selt meira enn 25 milliónir fløgur.
Remee hevur havt sangir við kendum filmum sum Ice Age 2, Dr Dolittle og Bridget Jones Diary 2.
35 ára gamli Remee gongur saman við 20 ára gomlu Michala Kjær. Hann eigur eina 10 ára gamla dóttir við einari aðrari kvinnu.
- Mítt privatforbrúk hevur altíð verið mín størsti fíggindi. Mær dámar væl at hava fólk rundan um men, men onkurvegna fái eg altíð rokningina, sigur Remee.










