Mamman alt at siga

Av tí, at mamman hevur so øgiliga nógv at siga, hevur Sosialurin valt at endurprenta yrkingina Mother í føroyskari umseting eftir Thorben Johannesen, har Roger Waters greiðir frá, hvussu barnasinnið kann fara í hundarnar



Mamma

Mamma, heldur tú teir fara at tveita bumbuna,

mamma, heldur tú teimum fer at dáma songin,

....

mamma, skuldi eg bygt mær ein múr.

mamma, skuldi eg stillað upp til forsetavalið,

mamma, skal eg trúgva landsstjórnini,

mamma, fara teir at seta meg í skotlinjuna.

mamma, fari eg veruliga at doyggja?

ver trygt, lítla barnið, grát ikki,

mamma skal nokk síggja til,

at allir tínir marrudreymar ganga út,

mamma skal nokk geva tær allan sín ótta,

mamma skal hava teg beint her

undir sínum veingjum.

Hon lovar tær ikki at flúgva,

men kanska skalt tú sleppa at syngja,

mamma skal nokk gera tær tað hugnaligt og fjálgt,

áh, barnið, barnið,

mamma skal nokk hjálpa tær at byggja múrin,

...

mamma skal ansa, at einki ljóð sleppur fram at tær,

mamma skal nokk sita uppi og bíða,

til tú kemur heim,

mamma skal nokk fáa uppspurt, hvar tú hevur verið.


Umsett av Thorbeni Johannesen í bókini Samfelagsfrøði 1.