Mamma Whitney vil hava samband

Tað er mangt ímillum himmal og jørð, verður mangan sagt. Og tað er eftir øllum at døma eitt hugtak, sum mamma Whitney Houston, Cissy Houston trýr uppá. Nú leitar hon aftur til hotel kamar nummar 434 á Beverly Hills Hotellinum, sum Whitney fyri stuttum andaðist í.

 

Fleiri slatur miðlar føra nú fram, at mamma Whitney Houston hevur tørv á at fáa samband við dóttrina, sum andaðist alt ov tíðliga. Og fyri at røkka sínum málið leita Cissy aftur til hotellið, sum Whitney doyði í einans 48 ára gomul.

 

Sambært TMZ vil Cissy royna at fáa andaligt samband við dóttrina, sum nú liggur grivin í heimbýnum Newark, New Jersey.

 

Í hotell kamarinum ætlar Cissy Houston at biðja, og nýta stilla tíð í tí rúmið, sum Whitney andaðist í. Hetta ger hon í royndini at góðtaka deyðan hjá dóttrini.

 

Heimurin syrgdi saman við Cissy Houston og hennara familju, tá ið Whitney Houston fór doyði tann 11. Februar.