Mamma - ætlar onkur at drepa teg?

Blóð er um alt húsið, myndir eru soraðar, brósthaldari slongdur á gólvið, undirbuksur liggja eftir og eru seingjarklæðini stolin. Men eingin virðislutur er vekk. – Sonurin spyr meg: Mamma, ætlar onkur at drepa teg, sigur ein skelkað Bergtóra Poulsen, sum sunnunáttina hevði óbodnan gest í húsinum

Innbrot

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo


Norðlýsið varpar í dag á heimasíðuni og í morgin í blaðnum ljós á hesa óhugnaligu hending í Klaksvík.

- Eg fari ikki innaftur í hasi húsini. Ikki fyrr enn alt er skift og alt er málað og ikki fyrr enn eg veit, hvør hevur gjørt hetta. Orðini eigur Bergtóra Poulsen úr Klaksvík, sum um vikuskiftið hevur havt óbodnan gest inni í húsunum, sum veruliga hevur raserað alt.

Óbodni gesturin hevur verið um alt húsið, og hevur raserað

Bergtóra hevur verið niðri í Danmark um vikuskiftið, og kom aftur við flúgvara sunnukvøldið. Hon skuldi flúgva klokkan 15.

Meðan hon situr við gate og bíðar eftir at sleppa umborð á flúgvaran, ringir sonurin og pápi hennara úr Føroyum, og spyrja, um hon longu er komin heim, tí kamarsvindeygað hjá honum stendur víðopið, og eftir røttum átti eingin at verið inni í húsunum.

- Meðan eg tosi við teir báðar, fara teir móti inngongdini til húsini, og so sigur pápi, at her sær altso út sum, at tað hevur verið innbrot. Og so fara teir inn í húsini, og síggja, hvussu alt sær út. Tað er blóð allastaðni, á øllum veggjunum, á øllum vindeygunum og á øllum geriktunum. Tað er blóð á sofuni, undir seingini og á lásinum á tí stóra klædnaskápinum. Og meðan siti eg niðri í Danmark, og fái einki gjørt, greiðir Bergtóra frá.

Eg gangi út frá, at hetta er eitt sjokk at fáa at vita?

- Eitt sjokk? Hevði tú bara vitað, sigur Bergtóra Poulsen.



Undirbuksur og hosur liggja eftir

Hvørji ørindini hjá óbodna gestinum hava verið í húsunum hjá Bergtóru Poulsen er ilt at gita um. Einkið virðismikið er stolið úr húsunum, og í kjallaranum er handilin 2U, men har hevur brotsmaðurin ikki verið heldur.

- Nei einki er stolið, uttan seingjaklæðini hjá mær. Lyklarnir til handilin vóru inni í húsinum, og billyklarnir vóru eisini har, men hann hevur ikki verið í handilinum ella er farin avstað við bilinum. Hann hevur verið runt í øllum húsunum, og hevur sitið á sofuni, og verið í songini hjá mær. Undirbuskurnar og einar hosur liggja eftir í húsunum. Hann hevur knúst fleiri bíløt, og eina bílætið av mær hevur hann tikið úr rammuni. Hann hevur eisini verið inni í stóra klædnaskápinum og hevur tikið ein brósthaldara hjá mær og hevur ballað hann inn í eitt handklæði saman við undurbuksunum hjá sær, greiðir Bergtóra Poulsen frá.


Reingerðarfólkini eisini skelkaði

Í dag eru reingerðarfólk komin inn í húsið at gera reint eftir innbrotið, og Bergtóra greiðir frá, at tey vóru skelkaði, tá tey komu inn.

- Tey gjørdust skelkaði, tá tey komu inn, og sóu hvussu ógvusligt alt er. Tað er blóð í øllum vindeygunum, á øllum veggjunum, á øllum hurðageriktunum og sjálvt undir seingini hjá mær er blóð, sigur Bergtóra.


Má vita hvør tað er

Bergtóra Poulsen býr í løtuni inni hjá foreldrunum. Hon vil ikki fara innaftur í húsini, fyrr enn gerningsmaðurin er funnin.

- Eg tori ikki innaftur. Eg hugsi tað sama í dag, sum eg gjørdi í gjár. Ikki fyrr enn hesin maðurin er fangaður, og alt er ruddað úr húsunum, kann eg fara innaftur. Eg má vita, hvør tað er, sum hevur gjørt hetta, áðrenn eg fari innaftur, staðfestir Bergtóra Poulsen.

Bergtóra Poulsen greiðir frá, at tað er eisini ringt hjá soninum.

- Hann spyr meg: Mamma, ætlar onkur at drepa teg? Eisini hvørja ferð, eg fari út, er hann stúrin um meg, sigur Bergtóra Poulsen.

Hon vónar, at hetta verður skjótt avgreitt. Løgreglan hevur sent blóðroyndir til kanningar í Danmark, og hava teir illgruna um onkran, er tí skjótt at fáa staðfest, um hesin er brotsmaðurin ella ikki.

Bergtóra vónar eisini at grannar ella onnur har um leiðir fáa hjálpt við at finna gerningsmannin.

- Onkur má hava sæð okkurt. Bilar koyra altíð úti, og Stjørnan vann eisini hetta kvøldið, so onkur hevur heilt sikkurt verið úti í býnum eisini. So eg vóni at onkur vil siga frá, um tey vita okkurt um hetta, sigur Bergtóra Poulsen.