Mamman at Hollywoodstjørnuni Pamela Anderson hevur sagt, at hon hevði ynskt, dóttirin var samkynd. Hetta sigur hon eftir, at hon gjøgnum fleiri ár hevur verið vitni til rokaliga kærleikslívið hjá dóttrini. Seinastu árini hevur Pamela nevniliga verið gift heili tríggjar ferð við ávíkavíst Kid Rock, Tommy Lee og Rick Salomon ? men einki av hesum hjúnarløgum hevur varað serliga leingi og eftir at hon varð skild frá Salomon, er Pamela nú aftur flutt inn til Tommy Lee.
- Í seinastuni er mamma mín byrjað at siga við meg, at hon vildi ynskt, eg var samkynd ? tí so hevði eg sloppið undan øllum møguligum monnum.