Mamma Mia! 2 kanska á veg

Musicalfilmurin Mamma Mia! hugtók alla verðina.

Høvuðsleikluturin varð spældur av stóru stjørnuni Meryl Streep, sum nú sigur frá, at ein eftirfylgjari til stóra hittið kanska er á veg. Nýggi filmurin fer at hava somu sjónleikararnar á rollulistanum.

 

- Eg elski tað. Eg vil sera fegin vera við til at gera ein 2?ara, um undirfullu mennirnir eisini eru við upp á tað, sigur hon og vísir til Pierce Brosnan, Colin Firth og Stellan Skarsgård.

 

Mamma Mia! er filmatiseringin av sangleikinum hjá Björn Ulveaus og Benny Andersson.