- Vit halda øll jólini og nýggjársaftan í Danmark, heima á Stjernekilde góðsinum á Fjóni. Mamma er komin niður, daman Kat Whitehouse er komin úr Jútlandi - og so eru tað eg, Rúni, Prince og øll hini djórini.
Johan í Kollafirði sigur, at tey eisini passa ein kjempi stóran hund, sum eitur Rambo. Tað er eitt par, sum eigur hundin, og tey eru farin heim til Føroyar at halda jól.
- Mamma er ein garvaður jólahaldari, og hon kom við øllum sum skal til. Hon syrgdi fyri dunnu og brúnkaðum eplum. Sjálv ger hon eisini reyðkálið og hevði kókað ein "sósafond" burtur úr innmatinum av 20 dunnum, sum hon fekk frá systur síni, Oddvør.
Johan í Kollafirði sigur, at mamman hevði hetta við í einari plastikfløsku, so sósin var øgilig, sum hann tekur til.
- Millum tey 40 kilo'ini av hondviðføri hevði mamman eisini klatrinissur, royktan laks og alt, sum annars hoyrir til føroysk jól, ræstan fisk, krotur, garnatálg - ja, you name it.
Og keypir Johan í Kollafirði jólagávur? Her svarar hann bæði ja og nei. Hann sigur, at hann veit akkurát, hvat hann skal keypa, men tað er altíð í seinastu løtu.
- Klári eg tað ikki fyri jól, geri eg tað seinni - og um ikki, vænti eg, at eg klári at snakka meg burtur úr tí. Tað plagar at rigga, sigur hann brosandi.
Johan í Kollafirði sigur, at hann hevur fylt væl við ringa veðrinum, sum verið hevur í Føroyum.
- Jú, eg havi fylt væl við, hvussu illa veðrið hevur skikkað sær, men her hevur verið fínasta veður. Flaggstongin er gjørd um til eitt lýsandi jólatræ, og grasplenan er myrkagrøn. So, jólamyndirnar uttan fyri síggja út, sum tær eru av Bahamas, sigur hann.