Mamma hevur bundið

Sjálvt um veðurgudarnir vístu seg frá síni bestu síðu nú G! Festivalurin varð hildin, so er tað kortini vist, at tá tað líður út á kvøldið gerst tað ráligt.

Tá er skilagott at lata seg væl í, og tá koma troyggjurnar sera væl við, tí tær hita væl.

Tí er ein slíkur festivalur ein fragd fyri eyga fyri tey, sum dáma væl at binda troyggjur, tí har eru nógv hugskot til frítíðarítriv, tá kvøldini aftur fara at longjast.

Leygarkvøldið fór yvirritaði ein túr við myndatólinum við tí fyri eyga at finna nakrar troyggjur til eina myndarøð av føroyskum troyggjum á Portal.fo.

Og har var ríkiligt í at velja.

Myndirnar eru ikki ein úrskurður hjá Portal.fo, hvørjar vóru tær vakrastu troyggjurnar á G!. Tær eru eitt dømi um vakrar troyggjur á G! Har vóru nógvar aðrar, sum eisini vóru sera vakrar á at líta.

Far undir myndarøðir á aktuelt.fo og hygg at troyggjumótanum á G! 2013.