Hvar verða jólini hildin í ár?
- Í ár verða vit í Vági saman við foreldrum og systkjum hjá mær.
Fer koronu-farsóttin at broyta tykkara jólatraditiónir?
- Ja, tað ávirkar sjálvandi. Eitt er, at eg møguliga haldi meg aftur við at fara til Vágs, um koronutølini fara á flog dagarnar fyri jól, tí man vil sjálvandi ikki seta onnur í vanda. Vit plaga eisini at vera í kirkjuni í Vági, men tað verður so av ongum í ár. Og ikki minst, so plaga vit at síggjast saman við systkjum hjá pápa mínum og børnum teirra jóladagarnar, men tað verður helst eisini ávirkað av støðuni. Og tað skal tað, tí tað er gott og neyðugt, at vit hugsa okkum um í ár.
Hvat verður á borðinum jólaaftan og jóladagarnar annars?
- Dunna! Mamma mín ger heimsins bestu dunnu og ikki minst dunnusós. So, tað er hæddarpunktið hvørt ár. Og so ger svágur mín heimsins bestu brúnkaðu epli.
Keypir tú jólagávur?
- Eg eri hervilig til at keypa allar gávurnar í síðstu løtu, og soleiðis hevur eisini verið í ár. Men, tað plagar at ganga soleiðis nøkunlunda kortini.
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
- Fyri meg eru jólini ein deilig og kensluborin tíð. Jólaaftan er dagurin, har vit gera tað, vit altíð hava gjørt, og tí sæst broytingin í lívinum so sera væl. Eg minnist fyrstu jólini, eftir at omma mín í Vági doyði. Tað var fyrstu ferð, at eg upplivdi eina so týðiliga broyting í lívinum. Her manglaði ein, sum hevði fylt so nógv, og hetta var so sjónligt júst jólaaftan. Árini eftir løgdust børn og makar aftrat í familjuni, og tað er sjálvandi ein gleðilig broyting at eygleiða. Jólini eru tí ein kærkomin áminning fyri meg - at virðismeta tað, vit hava hvønn dag - og at geva frá okkum til teirra, sum hava minni enn vit. Um vit gera hetta við at bjóða einum uttan familju heim til døgurða, ella vit kanska lata eitt oyra til tey neyðstøddu - so ger alt mun, sigur Barbara Holm.











