Mamma eggjað til ágang ímóti fýra ára gomlum

Frá juni til september eggjaði ein 42 ára gamal føroyskur maður via eitt chat eina kvinnu til at fremja kysnligan ágang ímóti fýra ára gamla soni sínum

Frá juni til september eggjaði ein 42 ára gamal føroyskur maður via eitt chat eina kvinnu til at fremja kysnligan ágang ímóti fýra ára gamla soni sínum.

 

Tað halda løgregla og ákærumyndugleiki. Í grundlógaravhoyring 17. oktober kom dómari til ta niðurstøðu, at mistankin ímóti 42 ára gamla føroyinginum var so væl grundgivin, at maðurin varð varðhaldsfongslaður.

 

Les eisini Føroyingur varðhaldsfongslaður

 

Tað uppslýsti Helle Lykke Olesen, ákæri hjá Nordsjællands Politi, fyri Ritzau.

 

Frammanundan situr mamman, sum eisini er 42 ára gomul, varðhaldsfongslað í málinum.

 

Skuldsetingin ímóti manninum snýr seg um, at hann hevur fingið mammuna til at fremja ymsan kynsligan ágang ímóti fýra ára gamla dreinginum.

 

Harumframt er hann skuldsettur fyri viðvirkan til blóðskemd og blygdanarskemd.

 

Maðurin noktar seg sekan.

 

/ritzau/