Mamma dømd fyri at royta børnini

Ein mamma var fyrradagin í Føroya rætti dømd fyri at royta og taka harðliga í børn síni.

Ein mamma fekk fyrradagin ein treytaðan dóm í Føroya rætti fyri at hava roytt og tikið harðliga í børn síni. Hetta hendi í novembur í fjør.

 

Ákæran móti kvinnuni var munandi meiri umfatandi. Hon var ákærd fyri harðskap móti dóttrini og soninum í fimm ár. Harðskapurin umfataði sløg, spark, skump, kvalaratak og royting.

 

Hon var tó einans dømd fyri, at í novembur í fjør at hava roytt og tikið harðliga í børnini. 

 

Dómurin er treytaður, við eini royndartíð í eitt ár. Eingin nærri revsingaráseting var sett, sum er eitt tekin um, at brotsverkið er av teimum heilt lítið álvarsamu og revsingin tí tilsvarandi lin. Føroya rættur metti, at fleiri ting vóru, ið talaðu fyri eini linari revsing, millum annað metti rætturin, at mamman var undir stórum sálarligum trýsti hesa tíðina, av tí at pápi hennara doyði, umframt at hon hevði sera góð persónlig forhold. Harumframt metti dómarin, at lítið samsvar var millum ákæruna og tað, sum veruliga var farið fram. 

 

Dómarin metti ikki, at nakað grundarlag var fyri at geva børnunum endurgjald fyri tort og sviða.