Eg tær takki kæra Mamma
At tú altíð hjálpti mær
Fyri eyga, fyri munnin
Fyri allar tíggju tær
Góða Mamma tú skal vita
At vit altíð hava tíð
Tað var tú sum heim meg leiddi
Tað var tú sum gav mær lív
Góða Mamma vil tær siga
Takk alt tú meg hevur lært
Alt við gleði hevur givið
Alt sum nú er okkum kært
Góða Mamma tú skal vita
At tú er vár hjarta nær
At tú eigur hvønn ein tanka
Tá vár barnahjarta slær
Takk vár Mamma, alt tú gav mær
Fyri gleði, fyri sorg
Fyri vón á myrkum degið
Fyri heim, vár størsta borg
Fyri hvørt eitt tár tú turkar
Fyri troystarrík góð orð
Góða Mamma vit tær takka
Fyri allan mat á borð
Góða Mamma ver tú hjá mær
Tá ið myrkri draga vil
Ver tú hjá mær allar ævir
Hóast Harrin ikki vil
Tí hann eigur kæru Mammu
Sum vit elska yvir alt
Góða Mamma ver tú hjá mær
Sjálvt um hjarta títt gerst kalt
Góði Gud, eg vil tær takka
Fyri Mammu tú gav mær
Fyri hjarta hennar heita
Fyri at hon er os kær
Góði Gud eg eymt teg biðji
Ansa Mammu míni væl
Tá hon heim til tín skal fara
Nú tú eiga hana skal
Vit sakna teg
----
Sjanna










