Málverjin hjá Skála í Danmark

Málverjin hjá Skála er í hesum døgum í Danmark, har hann royndarvenur við donskum felagið.

Skála hevur í ár russiskan málverja. Russiski málverjin hevur roynst væl hjá Skála og er Skála tað av teimum trimum botnliðunum, ið hevur latið minst mál inn.

 

Men nú er vandi fyri, at russiski málverjin skiftir felag. Danska fótbóltsheimasíðan bold.dk skrivaði í gjár, at russiski málverjin í hesum døgum er og royndarvenur við danska felagnum Skive IK. Heimasíðan skrivar somuleiðis eisini, at russiski málverjin eisini var og royndarvandi við felagnum fyri hálvum øðrum ári síðani.

 

Ítróttarstjórin hjá Skive sigur.

 

-          Tá vit halda at hann hevur evni, vilja vit geva honum ein møguleika. Um vit ikki høvdu havt ætlanir við honum, høvdu vit ikki bjóða honum til royndarvenjing.

 

26 ára gamli Mark Ryutin hevur leikt 12 dystir fyri Skála hetta kappingarárið.