Í annaðkvøld fær hann aftur møguleikan at skjóta sítt fyrsta mál fyri árstalsfelagið. Eitt mál, sum kann fáa alstóran týdning fyri felagið og føroyskan fótbólt.
Onglendingurin gleðir seg nógv til seinna dystin móti Brøndby, og hann hevur trúnnað á, at B36 kann skapa sensatiónina. Serliga eftir úrslitið á Brøndby Stadion.
- Tað var ein ótrúlig uppliving, við sera góðum hýri. Vit taptu 0-1, men tað var eitt frálíkt úrslit fyri okkum. Brøndby væntaði at vinna við minst fýra málum. Nú hava vit møguleikan at fáa eitt stórt úrslit á okkara heimavølli í annaðkvøld, sigur hann við Herald Express.










