Malsom á blettinum

Sam Malsom var fyri fyrstu ferð á máltalvuni í gjár, síðan hann skifti føroysku tilveruna við tí íslendsku. Hann stóð fyri einum av málunum, tá Þróttur vann 3-1 á útivølli móti Fjolnir.

Malsom legði gestirnar á odda 2-1, tá seinni hálvleikur var átta minuttir gamalur. Framherjin varð útskiftur, tá tríggir minuttir restaðu.

Malsom og liðfelagarnir úr Þrótti eru framvegis á aftasta plássinum í bestu íslendsku fótbóltsdeildini. Teir eru trý stig frá bjargingini í løtuni.