Málsøkjabýtið ikki so avgerandi

- Hetta snýr seg í fyrsta lagi um eina samgongu og tey mál, sum samgongan hevur sett sær fyri at fremja, sigur Aksel V. Johannesen.

Í Degi & Viku í kvøld varð Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins, sum á tingfundi í morgin verður valdur til løgmann, spurdur, hví Tjóðveldi sum næst størsti flokkur í nýggju samgonguni hevði fingið bæði fíggjarmál og fiskivinnumál at umsita.

 

Aksel V. Johannesen vísti á, at tað ikki er óvanligt, at flokkur, sum er størsti flokkur og hevur løgmann, letur frá sær fíggjarmál og fiskivinnumál til næst størsta flokkin í samgonguni.

 

- Soleiðis var eisini í seinastu samgongu, har Sambandsflokkurin hevði løgmann, og Fólkaflokkurin umsat bæði fíggjarmál og fiskivinnumál. Vit hava løgmann, tvey landsstýrisfólk og umsita almannamál, mentamál og innlendismál.

 

Í aðrar mátar vísti Aksel V. Johannesen á, at tað ikki er so avgerandi, hvørji málsøki flokkarnir umsita, tí hetta snýr seg í fyrsta lagi um eina samgongu, og at samgongan eisini fer at royna at søkja semju við andstøðuna.

 

- Sum landsstýrisfólk fært tú einki ígjøgnum einsamallur. Tað ræður um at hava samgonguna aftanfyri seg og møguliga andstøðuna eisini, har tað letur seg gera.

 

Í samrøðuni við Dag & Viku ásannaði Aksel V. Johannesen, at tað illa ber til at rulla flatskattin og skatting av pensjónum við inngjaldi aftur, men at samgongan fer at lækka skattin hjá lág og miðalinntøkum frá 1. januar komandi ár, eins og ætlan samgongunar er at styrkja samhaldsfasta.

 

- Tá vit fáa eina broytta skattaskipan, har lág og miðalinntøkur rinda minni og tær høgu inntøkurnar meira, hava vit ikki flatskatt longur, segði Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins og komandi løgmaður.