Málslúkur fer til Atlético

Líkt er til, at kolumbianski Jackson Martinez endar í Atlético Madrid

Portugisiska stórfelagið, FC Porto, hevur góðar royndir við at keypa heldur ókendar leikarar, gera teir góðar, og selja teir við stórum vinningi. Seinasta dømi um hetta er vandamikli kolumbianski framherjin, Jackson Martinez.

 

Seinastu tíðina hava leysasøgur gingið um, at tað serliga hava verið Arsenal og AC Milan, ið ynsktu sær kolumbianska málslúkin, men nú vísir tað seg, at tað helst verður spanska Atlético Madrid, ið fer avstað við honum. Umboðsmaðurin hjá Martinez, Luiz Henrique Pompeo, váttar, at Martinez skal umboða Madrid-felagið.

 

- Avtalan er upp á pláss. Spanska felagið hevur rindað keypsprísin, og Jackson hevur longu undirskrivað sáttmála við Atlético, sigur umboðsmaðurin sambært italska miðlinum Calciomercato.

 

Tó skal sigast, at hvørki Porto ella Atlético hava almannakunngjørt skiftið. Tað verður mett, at prísurin fyri Martinez er góðar 260 milliónir krónur. 

 

Jackson Martinez hevur skorað 92 mál fyri FC Porto í 132 dystum. Tískil er miðaltal hansara 0,7 mál fyri hvønn dyst. Tí er tað ein sera vandamikil framherji, sum Atlético Madrid væntandi ognar sær.