Tað gjørdist eitt ógvuliga blandað kvøld hjá Peturi Knudsen í kvøld.
Hann kundi fegnast um at byrja inni fyri Lyngby í einum superligu-dysti fyri fyrstu ferð aftaná drúgvu skaðafráveruna.
Petur kundi eisini stórfegnast um at leggja Lyngby á odda 1-0 móti OB í Odense við einum góðum stútara, tá 36 minuttir vóru leiktir av fyrra hálvleiki. Talan er um fyrsta kappingarmálið hjá Peturi fyri Lyngby síðani 4. desember í 2021.
Tá bert tveir minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki økti Kolbeinn Finnsson til 2-0, og tá var Lyngby veruliga á sigurskós. Men bert fimm minuttir seinni minkaði OB um munin til 2-1. Tá 76 minuttir vóru leiktir javnaði OB til 2-2, ið gjørdist endaliga úrslitið av dystinum.
OB er næstaftast í niðurflytingarbólkinum við 21 stigum. Fimm stig eru upp til triðaftasta plássið, ið gevur eitt nýtt kappingarár í superliguni.
Komandi sunnudag hevur Lyngby útidyst móti AaB, ið liggur aftast við 20 stigum.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum í Odense:
##med2##