Málrok í niðurflytingarstíðnum

Premier League: Fult umfar hevur verið um vikuskiftið og tað var málrok í niðurflytingarstríðnum

Mánadagurin var frídagur í Onglandi og tí hevur 35. umfar strekt seg yvir tríggjar dagar. Arsenal samlar kreftir til at bjóða Manchester City av í meistarastríðnum, Liverpool livir enn í Champions League stríðnum og tað var málrok í botninum.

 

Manchester City heldur fram at vinna og vann hesa ferð 2-1 á Leeds United, meðan Arsenal sunnudagin vann 2-0 á útivølli móti Newcastle. Við hesum heldur Arsenal fram við at trýsta Manchester City.

 

Bæði Newcastle og Manchester United taptu, meðan Liverpool vann ein tepran 1-0 sigur á Brentford. Við hesum er aftur áfast millum Liverpool og liðini í Champions League plássunum, men Newcastle og Manchester United hava fleiri kort á hondini.

 

Tað var málrok mánadagin. Tað byrjaði við 5-3 til Fulham móti Leicester, síðani 5-1 til Everton móti Brighton og endaði við 4-3 til Nottingham Forest móti Southampton. Tað sær út til, at niðurflytingarstríðið verður millum fimm feløg, harav trý mugu niður í næstbestu deildina. Serliga Southampton sær út til at fáa tað torført.

 

1Manchester City34264489:3182
2Arsenal35256483:3981
3Newcastle341811561:2965
4Manchester Utd34196949:4163
5Liverpool35188967:4262
6Tottenham351761264:5757
7Brighton331671063:4555
8Aston Villa351661346:4354
9Brentford351214952:4550
10Fulham351461550:4948
11Chelsea341191434:3942
12Crystal Palace3510101535:4640
13Wolves351171730:5040
14Bournemouth351161837:6739
15West Ham351071838:5037
16Nottingham F.35891834:6533
17Everton357111732:5332
18Leicester35862149:6430
19Leeds35791944:6930
20Southampton35662331:6424

 

Úrslit

 

08.05Nottingham F.4:3Southampton
08.05Brighton1:5Everton
08.05Fulham5:3Leicester
07.05West Ham1:0Manchester Utd
07.05Newcastle0:2Arsenal
06.05Liverpool1:0Brentford
06.05Tottenham1:0Crystal Palace
06.05Bournemouth1:3Chelsea
06.05Wolves1:0Aston Villa
06.05Manchester City2:1Leeds