Málríkur javnleikur

Tað endaði við 5-5 javnleiki, tá ið kvinnurnar hjá Luksemborg og Føroyum hittust í vinardysti

Fimm ferðir kundu føroysku kvinnurnar fegnast um mál í kvøld - Mynd: Bjarni Enghamar

Tað gjørdist skjótt greitt, at bæði liðini vóru komin á vøllin við álopskendum ætlanum, tí tá bert sjey minuttir vóru spældir, stóð 2-1 til heimaliðið. Okkara kvinnur settu hol á longu í triðja minutti, tá Heidi Sevdal stóð rætt fyri málteiginum eftir innlegg úr høgru síðu og setti bóltin trygt í netið, skrivar Fótbóltssambandið.

 

Armarnir komu tó skjótt niður aftur, tí bert fáar minuttir seinni hevði Luksemborg tvær ferðir spælt langar bóltar afturum føroysku verjuna og skorað til ávíkavist 1-1 og 2-1. Eftir hetta tóktust liðini bæði sláa kalt vatn í blóðið, og meira friður kom á spælið hjá báðum pørtum.

 

Stutt fyri hálvleik vunnu føroysku kvinnurnar tó yvirvág. Fyrst sendi Heidi Sevdal eitt gott skot úr spískum vinkli í meskarnar til 2-2, og lítla løtu seinni var tað liðskiparin Ásla Johannesen, sum setti seinasta fótin á bóltin og harvið syrgdi fyri føroyskari 3-2 leiðslu í steðginum.

 

Seinni hálvleikur byrjaði somuleiðis við góðum føroyskum spæli, og gleðin var sjálvsagt stór, tá ið Jensa Tórólvsdóttir skoraði til 4-2 eftir gott uppspæl og innlegg úr vinstra borði. Stutta løtu seinni gjørdist yvirskotið enn størri, tá Julia Naomi Mortensen við einari perlu av einum langskoti syrgdi fyri trivaligari føroyskari 5-2 leiðslu.

 

Men so kom tíverri vend í. Møðin mundi gera um seg í seinnu helvt av seinna hálvleiki, og eftir nakrar óhepnar støður sæð við føroyskum brillum, hevði Luksemborg brádliga minkað um munin tvær ferðir og við støðuni 4-5 var veruligur spenningur seinastu løtuna. Áskoðarafjøldin kókaði og náddi hæddunum móti endanum av vanligu leiktíðini, tá heimaliðið javnaði til 5-5.

 

Ein spennandi og málríkur dystur millum tvey lið, sum tordu at bjóða hvørjum øðrum til dans, er av í fyrsta umfari. Og enn stendur sostatt á jøvnum, tá ið liðini hittast aftur til seinna venjingardystin leygardagin kl. 17.30 føroyska tíð.

 

##ms##

 

 

 

Niðanfyri eru myndir frá dystinum, sum Bjarni Enghamar hevur tikið.

 

Fimm ferðir kundu føroysku kvinnurnar fegnast um mál í kvøld - Mynd: Bjarni Enghamar