Sosialurin hevur givið út bókina »Málráð«, sum er savn við málráðunum frá Orðafragd við Marjuni Arge Simonsen.
Tað var í februarmánaði í ár, at samstarv kom í lag millum Orðafragd við Marjun Arge Simonsen og Sosialin um at skriva málteigar í blaðnum. Blaðið hevur áður havt málteig. Í áttatiárunum skrivaði Svenning Tausen, sáli, hesar teigar, sum komu út í bók, »Orð um orð« 1 og 2 ávikavist í 1984 og 1990.
Í ár hevur Marjun Arge Simonsen skrivað hesar teigar, 35 í tali, sum allir eru prentaðir í hesi bók.
– Tað hvílir ein serlig ábyrgd á okkum, sum fáast við miðlar, um at fara væl um og røkja málið. Tí eru vit sera fegin um slíkt samstarv, sum vit hava havt við Marjuna Arge Simonsen hesa tíðina, og vón mín er, at hetta samstarv kann halda fram.
– Stórur áhugi hevur verið fyri málráðunum, og tí hava vit gjørt av at geva tey út í bók, sum vónandi kann vera til stuðul og íblástur hjá fleiri, sigur Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum.
Sosialurin hevur fyrr havt málteig. Fyrstu árini var tað Svenning Tausen, sáli, sum skrivaði, og tey komu eisini út í bók.
Tað kom tí væl við hjá Sosialinum, at Marjun Arge Simonsen í eitt tíðarskeið vildi átaka sær uppgávuna, sum hon greiddi sera væl.
Marjun Arge Simonsen hevur cand.phil.-prógv í norðurlendskum, serstakliga føroyskum, máli og bókmentum. Hon starvast í egnum virki, Orðafragd, har hon veitir málsliga ráðgeving, týðir, rættlesur og hevur skeiðvirksemi. Hon hevur stóran áhuga fyri málrøkt, sum er tann partur av málfrøðini, har ið miðað verður ímóti at røkja og halda einum máli uppi. Harumframt er meginhugsanin, at málið skal mennast við at byggja á tann grundvøll, ið málið er sprottið úr.
Málrøkt miðar eisini ímóti at stimbra málkensluna hjá fólki, so samskiftið verður greitt, og tað slepst undan misskiljingum.
Hesi málráð eru skrivað við tí í hyggju at veita ráð til teirra, ið fegin vilja vita, hvat ið er rætti hátturin at orða seg. Marjun hevur eisini stóran áhuga fyri orðabókafrøði og navnafrøði sum granskingarevni. Nakrar av greinum hennara eru at finna á ordafragd.com
Bókin »Málráð« fæst í bókabúðunum í næstu viku og kostar 129 krónur









