Malplaseraði hjáárin

Tað vóru fá fólk, sum upplivdu góðu framførsluna hjá Side Effect, tá bólkurin um kl. 20 í fullum dagsljósi fór á pallin á Jóansøkufestivalinum.

Teir sóu ógvuliga málplaseraðir út: manfólk við svørtum hári, svørtum klæðum og sminku, ímillum heldur litfagra og popputa festivalfólkið. Sangarin stóð á pallinum í sólbrillum, og sang og dansaði fyri áskoðarunum, ið royndu at halda hitan úti í føroyska gráa og kalda summarveðrinum.

Teir hava ment seg ótrúliga nógv síðan prixið. Tað var ótrúligt, at teir kláraðu at fáa fólkið upp at koyra undir teimum umstøðunum teir spældu undir. Tey ungu stóu heilt frammi við pallin, og, sum sangarin tók til, flippaðu út. Tey eldru stóðu og goymdu seg í bakgrundini, og vildu ikki heilt viðganga at teimum dámdi hendan flipputa teknotónleikin.

 

Tjóðhild Patursson