Rekordmálningurin, sum hann verður róptur, "Kvitebjørn kong Valemon", verður nú vístur fyri almenninginum.
Eigarin av málninginum, sum ynskir at vera dulnevndur, hevur lánt málningin til Tjóðsavnið í Oslo.
Tað skrivar savnið í einum tíðindaskrivi, sum Aftenposten endurgevur.
Ein avtala er gjørd um, at Tjóðsavnið í Oslo lænir málningin í fyribils eitt ár, men málið hjá báðum pørtum - savni og eigara - er, at avtalan kann leingjast.
Málningurin, sum er málaður í 1912 av norska málaranum, Theodor Kittelsen, varð seldur í november í fjør fyri heilar 36 milliónir norskar krónur.
##med2##
Tað er nýtt met av einum verki, selt av norskum uppboðssøluhúsi.
Eigarin av málninginum vil vera ónevdur, og sambært tíðindaskrivinum frá Tjóðsavninum í Oslo kann málningurin síggjast frá sunnudegnum komandi.