Málningaframsýning heldur fram í morgin

Árliga málningaframsýningin, sum KFUM-skótarnir við Løkin skipa fyri, verður opin aftur í morgin.

Afturvendandi málningaframsýningin, sum KFUM-skótarnir við Løkin hava havt um páskirnar, læt upp í dag, og tað var Torbjørn Jacobsen, varaborgarstjóri í Runavíkar kommunu, sum klokkan 15 í dag setti framsýningina.

 

Manskórið úr Glyvra kirkju luttók eisini undir setanarløtuni.

 



Á málningaframsýningini, sum hevur verið opin í dag og sum verður opin aftur í morgin frá klokkan 15 til 20, eru umleið 250 listarverk eftir 55 listarfólkum.

 

Tað er skúlin við Løkin í Runavík, sum er karmur um málningaframsýningina og peningurin, sum kemur inn, fer óskerdur til nýggja skótahúsið í Runavík, sum stendur við Løkin, og sum nú er karmur um virksemið hjá KFUM- skótunum við Skálafjørðin.