Føroyavinurin Niels Malmros, sum á sinni gjørdi filmin um Barbaru í Føroyum, er ein av teimum, sum er við í kapprenningini um eina amerikanska Oscar tilnevning í ár.
Filmurin Sorg og glæde er ein av trimum donskum filmum, sum standa á einum lista yvir filmar, sum kunnu verða tilnevndir til besta útlendska film.
Í september verður avgjørt, hvørjir filmir, ið eru framleiddir á øðrum máli enn enskum, verða tilnevndir til Oscar heiðursløn.
Umframt filmin hjá Malmros eru filmarnir Kapgang hjá Niels Arden Oplev og En du elsker hjá Pernille Fiscer Christiansen eisini upp á tal til Best Foreign Language Film.