Danski filmsleiksstjórin, Nils Malmros, er farin í opið kríggj við feministiska vitanarsentrið KVINFO, eftir at Kvinfo í desember hevur analyserað filmin, sum byggir á hendingar úr egna lívi hansara.
»Sorg og glæde« er um parið Johannes og Signe, sum koma fyri tí sorgarleiki, at Signe í eini psykosu drepur níggju mánaðir gomlu dótrina, Mariu. Filmurin byggir á veruliga hending, tá kona Nils Malmros, Marianne Tromholts, í 1984 drap teirra níggju mánaðir gomlu dóttir.
Filmurin er um lívið hjá teimum og um stríð teirra at finna aftur til kærleikan, sum tey høvdu, áðrenn dóttirn doyði.
Við filminum kemur Nils Malmros til ta niðurstøðu, at kærleikin vinnur á øllum – sjálvt sorgini at missa eitt barn. Og tað er hendan niðurstøðan, sum Kvinfo kritiserar í analýsuni.
– Man kan også læse Signes drab på Maria, som et forsøg på at slå kærligheden ihjel på den mest voldsomme og ekstreme måde (fordi hun selv føler sig slået ihjel af kærligheden) (...) Må Maria dø, fordi der ikke kan være to børn i kærlighedsrelationen til Johannes? Eller må Maria dø, fordi Signe forsøger at komme ud af rollen som Johannes' barn? Spyrja Mons Bissenbakker og Lene Myong, sum hava skrivað analysuna.
Lesið eisini: Konan drap dóttur okkara
Tað hevur fingið filmsleikstjóran rættiliga óðan. Hann kallar analýsina fyri eina heksajagstran av konu síni og skrivar í sínum svarið á Kvinfo millum annað:
– Det, de dybest set siger, er, at Signe dræber sit barn for at opnå noget. Hvad dette noget end er, så er hun nu på grund af hensigten ikke længere kun drabsmand - men også morder og hjemfalden til en fængselsstraf.
Lesið eisini: Kona Malmros drap barnið
Hann kallar analysuna av drápinum á Maru fyri eini feministiska tolking, sum mest av øllum minnir um ta mytologisku Medeu, sum drepur síni børn í øði og sjalusi móti pápanum. Nils Malmros heldur als ikki, at hesar søgur kunnu samanberast.
– Virker hun kuet, undertrykt, uselvstændig, ulykkelig eller uformuleret? Jeg vil tro, at alle (fraset Bissenbakker og Myongs) ser hende som et modent, afklaret og helt menneske (...) Bissenbakker og Myongs artikel burde kunne stå sig uden denne bevidste latterliggørelse, skrivar Nils Malmros.
Svarið hjá Nils Malmros kann lesastVIÐ AT TRÝSTA HER